Fjarhitanetið verður nú útbygt, so størri partur av kommununi kann fáa gagn av fjarhita. Fyri stuttum vórðu eitt nú Finsen, SMS og Tórsvøllur knýtt í, og so er bara ein spurningur um tíð, nær sethús kunnu gagnnýta fjarhitan eisini.

Fjarhitafelagið hevur saman við Tórshavnar kommunu og arbeiðstakaranum gjørt eina arbeiðsætlan fyri miðbýin, og henda ætlan er býtt upp í ymisk arbeiðsøki.

Fjarhitafelagið fer við arbeiðsætlanini at tryggja, at íbúgvar, stovnar og vinnurekandi í økinum ikki verða tarnað, meðan grivið verður.

Talan er um arbeiðsøkini, sum eru víst á tekning, nevnd grevstrarætlan. 

Hvørt arbeiðsøki verður stongt fyri almennari ferðslu, meðan arbeitt verður í ásetta økinum. Grivið verður frá rundkoyringini við Vesturkirkjuna og oman eftir Landavegnum. Síðani sneiða vit niðan eftir Dalavegnum og oman í Niels Winthers gøtu, og haðani niðan eftir Tróndargøtu og Kongagøtu, har vit so festa saman við verandi fjarhitanetið við Sjónleikarhúsið.

Áðrenn farið verður víðari til næsta øki, verður gjørt, so at koyrandi verður eftir undanfarna øki. Samstundis verða atlit tikin, so at tíðin, har skift verður millum arbeiðsøki, verður so stutt, sum til ber.

Samlaða byggitíðin verður frá oktobur 2020 til desembur 2021.

FRÁ Januar TIL mars 2021

Ferðslan verður tarnað, meðan arbeitt verður.

 

frá november 2020 til Mars 2021

Ferðslan verður tarnað, meðan arbeitt verður.

 

frá Februar til mai 2021

Ferðslan verður tarnað, meðan arbeitt verður.

 

Frá Juni til juli 2021

Ferðslan verður tarnað, meðan arbeitt verður.

Frá juni til juli 2021

Ferðslan verður tarnað, meðan arbeitt verður.

FRÁ APRÍL TIL JULI 2022

Ferðslan verður tarnað, meðan arbeitt verður.

TIL OG VIÐ MARS 2022

Vegurin er stongdur fyri ferðslu (búfólk undantikin), meðan arbeitt verður.

Frá AUGUST til OKTOBER 2021

Ferðslan verður tarnað, meðan arbeitt verður.

Frá AUGUST til OKTOBER 2021

Ferðslan verður tarnað, meðan arbeitt verður.

TIL MARS 2022

Vegurin er stongdur fyri ferðslu (búfólk undantikin), meðan arbeitt verður.

Frá Mai til juni 2021

Ferðslan verður tarnað, og vegurin verður partvíst stongdur.

FRÁ MARS TIL JUNI 2022

Ferðslan verður tarnað, og vegurin verður partvíst stongdur.

Tá ið talan er um tílíkar verkætlanir, kann roknast við, at ferðslan í miðbýnum verður tarnað eitt sindur. 

Vit seta kunningarskelti upp á byggiøkinum, sum greitt vísa, hvørji øki verða stongd fyri almennari ferðslu og nær.

Eftir nærri avtalu við byggiharran/arbeiðstakaran, kunnu frávik gerast fyri ferðslu til og frá sethúsum og bygningum, um serligur tørvur er á tí.

Høvuðsráðgevi:

SMJ.png

 Byggiánari:

FHF_logo_mai20.png

Arbeiðstakari: