Høgligari sving og nýggj fjarhitaleiðing Krappa svingið í Blómubrekku verður nú betrað, og høvuðsæðrin í fjarhitanetinum løgd í Blómubrekku. Fjarhitafelagið hevur saman við Tórshavnar kommunu og arbeiðs­tak­aranum gjørt eina arbeiðsætlan fyri fjarhita og tillaging av krappa svinginum í Blómubrekku. Hetta hevur við sær, at vegurin verður stongdur eitt tíðarskeið. Øll atlit verða tikin fyri at tryggja, at íbúgvar, stovnar og vinnurekandi í økinum verða órógvað sum minst.

Tað verður arbeitt frá juni og árið út, og tað verður eingin gjøgnum­koyring eftir Blómubrekku fram til august/september – og annars í ávísum tíðarskeiðum, tá ið grivið verður. Kunningarskelti verða sett upp, sum greitt vísa, hvørji øki verða stongd fyri almennari ­ferðslu – og nær. Tá ið vit lata upp fyri almennari ferðslu aftur, er svingið í Blómubrekku (ja, tað svingið) breiðkað og dagført.

Er serligur tørvur á tí, kunnu frávik fyri ferðslu gerast (bæði til og frá sethúsum og bygningum) eftir nærri avtalu við byggiharrarnar.

Frá JUNI til SEPTember 2020

Vegurin er stongdur fyri ferðslu, meðan arbeitt verður.

 

Frá JUNI til DESEMBER 2020

Ferðslan kann verða órógvað, meðan arbeitt verður.

Byggiharrar:

FHF_logo_mai20.png
TK_logo_mai20.jpg
 

 Ráðgevar:

SMJ.png
RAD_logo_mai20.png
 

Arbeiðstakari:

HVT_logo_mai20.png